Smávegis ábøtur gerast á Norðís Seafood

Á flakavirkinum á Eiði eru tey til reiðar at taka ímóti fiski, tá ið skipini koma innaftur at landa.

? Vit vænta einki hesa vikuna, men vóna, at okkurt verður fyrst í komandi viku, so vanligi gerandisdagurin kann byrja aftur her norðuri, sigur Petur Mohr, virkisleiðari.

Hósmorgunin, tá ið vit frættu av Eiði, var skrivstovufólkið, formenn og maskinmenn til arbeiðis.
? Nú steðgur er í framleiðsluni, fremja vit onkrar smávegis ábøtur, men hetta er smáting. Bøtt verður m. a. um onkran vegg, og hugt verður at maskinunum, sigur hann.

Várróðurin
Nú vit eru komin út í januar, stundar eisini til várróðurin.

Nógvir bátar plaga vanliga at rógva út av Eiði í vártíðini, men hendan fiskin sær Norðís Seafood ikki nógv til; hann endar allur á uppboðssøluni.

Petur Mohr sigur, at tað tó kann hugsast, at virkini, sum Norðís samstarvar við í Klaksvík, Sammut, og í Sørvági, Vestís, fara at keypa nakað av várfiskinum.
? Hetta eru saltfiskavirkir burtur av, sum serliga virka tosk, sigur virkisleiðarin.