Norðoya Sparikassi hevur eisini merkt sviðan av, at færri avgreiðslu verða gjørdar á deildum peningastovnsins, men stjórin í Norðoya Sparikassa sigur, at tey hava allatíðina tillagað seg broytingunum.
? Um vit ikki taka næmingarnar við, so er starvsfólkatalið hjá okkum minkað við yvir tíggju prosentum seinastu árini, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Somuleiðis hevur stovnurin gjørt aðrar tillagingar. Til dømis lótu tey deildina á Kósini í Klaksvík aftur fyri hálvum triðja ári síðani. Eisini hevur peningastovnurin selt bygningin, har deildin við Klaksvíksvegin heldur til. Deildin er framvegis har, og leigusáttmálin er fyri tíggju ár. Men Eyðfinn sigur, at tað helst bert er ein spurningur um tíð, inntil tann deildin letur aftur.
? Vit vilja hava alt virksemið í Klaksvík á høvuðsdeildina, so við tíðini fer deildin á Klaksvíksvegnum eisini í søguna, sigur hann.
Ongar ætlanir eru at siga fólki úr starvi í Norðoya Sparikassa, og væntar stjórin als ikki, at tað kemur at verða neyðugt, tí stovnurin hevur framt tillagingarnar so hvørt. Eitt nú hava tey ikki sett nýggj fólk, tá nátúrlig frágongd hevur verið.
Hóskandi tal í Suðuroy
Suðuroyar Sparikassi hevur umframt høvuðsdeildina í Vági, tvær minni deildir. Onnur er í Havn, og hin er í Porkeri. Sparikassin í Suðuroy hevur ongar æltanir um at niðurleggja nakra av deildunum.
? Vit hava ongar ætlanir um at siga fólki úr starvi ella at niðurleggja nakra deild, sigur Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
Tað eru 16 fulltíðarstørv í Suðuroyar Sparikassa, og tað eru ikki ov nógv, hóast fleiri og fleiri viðskiftafólk eru farin at nýta sjálvvirkandi skipanir seinastu árini.
Tosað hevur verið um, at smáu sparikassarnir kunnu seta nýggjar deildir á stovn í teimum økjum, har stóru peningastovnarnir niðurleggja deildir.
? Eg kann einki siga um hetta. Um Suðuroyar Sparikassi skal fáa sær nýggjar deildir, so er tað ikki nakað, sum bara verður gjørt. Tað skal kannast væl frammanundan, sigur Mikkjal Sørensen.