Smærru útróðrar­bátarnir troðkaðir burt

Kári P. Højgaard vil hava fiski­mála­ráð­harran at siga, hvat hann vil gera fyri at tryggja korini hjá smáu útróðrarbátun um inni á firðum og víkum

POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Tað hevur volt stóra ónøgd millum smærru útróðrar­bátarnar, at tað skal verða loyvt stórum útróðrarførum og skipum við egningarmaskinu at royna við línu inni á firðum og víkum, og at teir hava loyvi at seta heilt í klettin. Hetta ávirkar fiskiskapin hjá smærru útróðrarbátunum almikið, tí vandin fyri at missa reiðskap er stórur, um roynt verður við 3-4 mm línu millum bátar, ið brúka tjúkka línu og tungan reiðskap.
Hendan spurning við Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins hava Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum at svara í løgtinginum í morgin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.
Kári P. Højgaard sigur, at smærru bátarnir verða somu­leiðis í nógv størri mun ávirkaðir av veðri og streymi.
Tí má tað verða eitt rímuligt krav, at landsstýrismaðurin, ið kennir til trupulleikan, greiðir frá, hvat hann ætlar sær at gera fyri at loysa hann. Ein møguleiki, sum allir partar kundu livað við var t. d. at ásett, at ikki er loyvt bátum oman fyri 20 tons á línuveiðu at seta línu nærri landi enn 2  3 fjórðingar, sigur Kári P. Højgaard, sum vil hava landsstýrismannin at greiða tinginum frá, nær roknast kann við eini loysn.