Popstverkið boðar frá, at smærri postsendingar og pakkar nú verða frítikin fyri mvg Samstundis ellur avgreiðslugjaldið uppá 30 kr. fyri slíkar sendingar eisini burtur.
Treytirnar fyri undantøku eru:
- at tollvirðið er minni enn 300 kr. (tollvirðið = fakturaprísur + flutningsútreiðslur)
- at fakturi/rokning fylgir við
Tó fevnir avgjaldsfrítøkan ikki um vørur, ið rinda punktgjald. Eitt nú rúsdrekka, kosmetikk, tubbaksvørur og góðgæti.
Við hesi broyting átti sendingin av smærri pakkum frá útheiminum at gingið skjótari, men hetta er tó treytað av, at tollvirðið á postsendingini er týðuliga upplýst á postsendingini, skrivar Postverkið á heimasíðu sínari.