Fríggjadagin fór ein bilur út av vegnum við Høgareyn millum Kvívík og Vestmanna. Talan var tó ikki um stórvegis skaða. Bilførarin kom óskaddur frá óhappinum, og bilurin fór heldur ikki illa. Løgreglan sigur, at hálka var orsøkin til óhappið. Seinni sama dag var eitt annað ferðsluóhapp í Havn. Í hesum førinum var talan um ein bilførara, sum ikki varnaðist, at bilurin framman fyri bremsaði, og tískil rendi hann upp í reyvina á tí bilinum. ? Har var bert skrokkskaði, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Í Suðuroy kom ein fráboðan um eitt ferðsluóhapp seint fríggjakvøldið. Ein bilur var farin út av vegnum í Porkeri. Tann, ið boðaði frá, segði, at tað sá ógvusligt út, so sjúkrabilur varð eisini boðsendur. Men tað vísti seg tó ikki at vera neyðugt, tí tá løgreglan kom á staðið, var ein persónur í bilinum, og hann var óskaddur. Tískil varð sjúkrabilurin avlýstur.