Smápiltarnir hjá VÍF einaráðandi í Danmark

Í hesum døgum luttaka tvey lið hjá VÍF í Østersø Cup á Bornholm. Eitt drengjalið og eitt gentulið eru send avstað, og tey hava fingið frálík úrslit.

 

Dreingirnir gjørdu ikki mætari enn at vinna allir dystirnir, og harvið eisini vinna kappingina.

Hjá gentunum gekk næstan eins væl. Tær taptu bara ein dyst, og endaðu á øðrum plássi.

Hjá dreingjunum luttóku 13 lið, meðan 10 lið vóru við hjá gentunum.

 

Portalurin hevði orð á Inga Olsen, venjara hjá gentuliðnum, í morgun, og hann lat væl at. Hann segði hetta var ein góð kapping, sum tryggjaði føroysku liðunum øðrvísi mótstøðu.