Smá? og stórhundafelag stovnast

Tá smáhundadagur varð hildin í Hoydølum herfyri var luttøkan sera stór. Nakað seinni varð eisini ein stórhundadagur hildin, og eisini har var góð undirtøka. Leygardagin 21. mai verður stovnandi fundur

Eftir væleydnaðu hundadagarnar í Hoydølum, hevur áhugabólkurin gjørt av at kalla inn til fundar. Fundurin verður leygardagin 21. mai kl. 14 í Róðrarneystinum á Argjum.
Á fundinum verður ein fyrireikingarbólkur valdur, sum skal gera uppskot til felagslógir til stovnan av felag.
Í staðin fyri at hava tvey feløg, sum fyrr ætlað, verður nú ístaðin eitt felag stovnað fyri bæði stórar og smáar hundar. Eitt av endamálunum verður at røkja áhugamálini hjá limunum.
Neyðugt er ikki við tilmelding, men um fólk hava okkurt gott hugskot til felagið og ikki fáa komið á fund, eru tey vælkomin at ringja til ein av fyrireikarunum.
Allir hundaeigarar og áhugað eru vælkomin.

Vár 503133, Hanna 581307 og Diana 266553