Smálutirnir skulu viðgerast

Danska stjórin tekur ikki støðu til spurningin um frælsan felagsskap millum Føroyar og Danmark fyrr enn allir smálutir í ætlanini eru væl og virðiliga viðgjørdir

John Johannessen

Úr Keypmannahavn


Løgmaður gjørdi áðrenn samráðingarfundin í dag greitt, at hann á hesum fundinum vil hava donsku stjórnina at svara sær, um hon er sinnað at samráðast um sokallaðan frælsan felagsskap millum Føroyar og Danmark.


Men danska stjórin ætlar sær ikki at geva nakað greitt svar, fyrr enn hon væl og virðiliga hevur viðgjørt hesa ætlan í smálutum.

Hetta gjørdi Jan Petersen, framsøgumaður í Føroyamálum hjá danska Javnaðarflokkinum, fyri lítlari løtu síðani greitt, tá vit hittu hann úti á ganginum í forsætismálaráðnum.


Jan Petersen er sjálvur limur í 21 manna nevndini, ið er sett at fylgja og ráðgeva stjórnini undir samráðingunum við føroyingar. Tí hevur hann undan samráðingunum verið á fundi við donsku stjórina fríggjadagin, tá stjórnin ráðførdi seg við nevndina undan samráðingarfundinum.


Á hesum fundi varð spurningurin um frælsan felagsskap viðgjørdur, og vil stjórnin ikki taka nakra greiða støðu til spurningin, fyrr enn hann er viðgjørdur væl og virðiliga. Kortini væntar Jan Petersen ikki, at hetta fer at darva samráðingum.