Smílini vóru frammi

- Tað verður við sløttum borði og reinari samvitsku, at Hans Andrias Kelduberg og felagið Thor Fisheries í morgin hava móttøku fyri Hoyvík.

- Tað verður við sløttum borði og reinari samvitsku yvir fyri manningarfeløgunum, at Hans Andrias Kelduberg, reiðari, og felagið Thor Fisheries í morgin klokkan 13 hava móttøku umborð á uppsjóvarskipinum Hoyvík.

 

Tað skrivar Føroya Fiskimannafelag í kvøld á síni heimasíðu, nú semja er gjørd millum manningarfeløgini og reiðaríið Thor í Hósvík um sáttmálaviðurskiftini fyri manningina umborð á Hoyvík.

 

- Tvær avtalur eru undirskrivaðar fyri nýggja uppsjóvarskipið Hoyvík. Ein er millum Thor Fisheries og Føroya Fiskimannafelag, og ein er millum Thor Fisheries øðrumegin og Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hinumegin.

 

Føroya Fiskimannafelag sigur, at eitt mynstringarbann skuldi til, men tá menn seint seinnapartin settust at fundast í Føroya Fiskimannafelagnum, gekk tað skjótt at fáa semjuna í hús um manningarviðurskiftini hjá nýggja uppsjóvarskipinum Hoyvík.

 

- Mynstringarbannið, sum manningarfeløgini lýstu á middegi, er tí avlýst. Høvuðstættirnir í semjunum eru, at býtt verður eftir ídnaðarsáttmálanum, tá skipið fiskar ídnaðarfisk í Norðsjónum, og eftir nótasáttmálanum, tá skipið fiskar makrel, sild og svartkjaft.

 

Føroya Fiskimannafelag leggur aftrat, at dekkarar og kokkur fáa - umframt sáttmálaásetta býtið - 4000 krónur um dagin til javnbýtis.


Báðar avtalurnar, sum gjørdar eru millum partarnar, kunnu síggjast um heimasíðuna hjá Føroya Fiskimannafelag - www.fiskimannafelag.fo