Fiskivinna
Fiskiskapurin hjá svartkjaftaskipunum, sum royna í ein útnyrðing úr Mykinesi, hevur verið smáligur seinastu 2-3 vikurnar.
Poul H. Sólstein á Havsbrún sigur, at tað er vanligt hesa tíðina av árinum, at fiskiskapurin er misjavnur.
- Stundum er meira at fáa, og stundum er minni. Vit vænta tó, at flestu skipini fara at halda seg á svartkjaftinum tað mesta av hesum árinum.
Hann vísir á, at vanliga fiska skipini í føroyskum og íslendskum sjógvi hesa tíðina.
Landingar
Í síðstu viku landaðu Christian í Grótinum og Tróndur í Gøtu á Havsbrún. Christian var knappliga fullur, og Tróndur hevði eini 1400 tons.
Mánadagin í hesi vikuni var Høgaberg inni við 300 tonsum av svartkjafti, og týsdagin var Krúnborg við 2500 tonsum. Hesin túrurin hjá Krúnborg var hampiliga góður.
Norðborg landaði í Fuglafirði í gjár; teir høvdu fult skip av frystari sild og eini 800 tons av sild til ídnað.
Poul H. Sólstein veit at siga, at Høgaberg er farin norðureftir á sildaveiði, men óvist er, hvar skipið fer við veiðini.
- Prísurin á sild til matna er lágur í løtuni, sigur hann.
Jupiter er í Danmark, har arbeitt verður við kølingini, og væntandi fer Krúnborg eisini úr vinnu eina tíð, tí spølini skulu møguliga skiftast.
Poul H. Sólstein veit at siga, at Saksaberg er á sild, men tá ið vit frættu mikudagin, var hann ikki vísur í, hvar Finnur Fríði er í løtuni.