Smáligt við upsa

Meðan garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap eftir svartkalva og havtasku, hava upsatrolararnir smáligan fiskiskap.

 

Flestu partrolarapør eru fiskiskap, men fiskiskapurin eftir upsa er vánaligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men helst fer onkur út aftur í næstum.

- Fýra trolbátar eru norðan fyri og fáa mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski. Tríggir koma inn at landa mánadagin.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap.

- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur eisini brúkiligan fiskiskap. Hetta skipið landar miðskeiðis í næstu viku, verður lagt aftrat.