- Øll partrolarapørini uttan tað eina eru til fiskiskap, men fiskiskapurin er smáligur hjá teimum flestu. Okkurt parið roynir eftir svartkalva og okkurt roynir eftir toski.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki, at partrolararnir koma inn aftur at landa fyrr enn seint í næstu viku, tí flestu eru nýiga byrjaði túr. Trý pør fiska framvegis gulllaks.
Av djúpvatnstrolarunum fiska tríggir mest svartkalva og so nakað av kongafiski. Tveir koma inn at landa mánadagin, og hin triði landar helst síðst í vikuni. Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystir fiskin umborð.
Lagt verður aftrat, at ein trolbátur er á landleiðini og fær eina blanding av toski, upsa og flatfiski. Hesin landar helst fyrst í næstu viku.
- Fýra eru norðan fyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski. Hesir koma helst inn at landa síðst í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.