Reinsaríið í Tórsgøtu ýddi av lívið seinnapartin í dag og brádliga streymaðu børn út á parkeringsøkið millum Reinsaríið og Miðlahúsið.
Tað vóru 68 børn úr frítíðarskúlanum Smílibýlinum í Eysturbýnum, sum vóru til framførslu hjá Dánjal Kaggadingding Kaggadinging Kaggadum og Búa Sibbidibbidimdim Dubbadabbadam, ella Ævintýraferðini. Tað eru 1. og 2. flokkur í Eysturskúlanum, sum ganga í Smílibýlinum.
Komin út um sleptu tey eini ballón til himmals og vísir myndin børnini, meðan tey eygleiða ballónina rísa.
Ævintýraferðin gera í hesum døgum framførslur í forskúlum, skúlum og frítíðarskúlum um landið. Úr Smílibýlinum siga tey, at umstøðurnar har uppi eru ikki nóg góðar til at hava eina slíka framførslu, og tí hava tey í dag leiga seg inn í Reinsaríið.
Ævintýraferðin hevur verið sera virkin í vár. Ein konsert var í Norðurlandahúsinum í samband við Barnafestivalin og síðani hava teir báðir, Dánjal og Búi, regluliga verið at sæð til ymisk tiltøk.
Búi Dam sigur, at teir eru komnir væl í gongd við framførslurnar og eru nú komnir gjøgnum gott triðingin av skránni. Væntandi hava teir framførslur restina av skúlaárinum og eftir ætlan fara teir eisini at framføra á ólavsøku í ár.