Stórur áhugi er fyri tiltøkunum á World Cinema Foundation, sum er ein altjóða filmsstevna í franska býnum Cannes. Amerikanski leikstjórin Martin Scorsese nýtist ikki at stúra fyri at verða gloymdur millum tær mongu stjørnurnar, sum eru til filmsstevnuna. Týsdagin stillaði hann upp til myndatøku, og myndamenninir stóðu næstan uppi á hvørjum øðrum fyri at fáa eina góða mynd.











