Nú klokkan 14 letur Ella Sloan upp eina framsýning við smúkkum úr alskyns litum á Dugna.
Í snotiligum hølum hevur Dugni innrættað seg á Hjalla, har góðir møguleikar og góðar umstøður eru til framsýningar av ymiskum slagi.
Fleiri kend listafólk hava havt sínar framsýningar, men nú er tað so Ella við sínum smúkkum sum umframt litirnar, eisini hevur gjørt smúkkur úr alskyns formum.
Ella undirvísir gentum í tilevnan av smúkkum í kvøldskúlanum, og hevur í fleiri ár gjørt smúkkur úr silvuri, perlum og ull.
Á framsýningini, sum er opin til 3. mai er høvið at keypa smúkkur frá Ellu.
Framsýningin á Dugna er opin hvønn gerandisdag millum klokkan 9 og 16.