Smáir útróðrarbátar loyvi at fiska frítt

Samgongan er samd um at tað skal vera fríari hjá smáum útróðrarbátum at fiska

Útróður

Nú eru útlit fyri einum lættari gerandisdegi hjáteimum, sum eiga smáar útróðrarbátar. Samstundis eru útlit fyri, at tað fer at vera munandi lættari at umsita fiskiloyvini hjá teimum smáu útróðrarbátunum.
Tey, sum umsita fiskivinnulógina, brúka sera nógva orku upp á at umsita fiskiloyvi til teir smáu bátarnar.
Eitt er at útskriva loyvi til allar bátarnar tvær ferðir um árið, men eitt annað er at skráseta allar fiskidagarnar fyri at telja fiskidagarnar hjá teimum, soleiðis at fiskiskapurin kann steðgast, tá ið fiskidagarnir eru uppi.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at samgongan hevur avtalað at gera tað lættari hjá teimum smáu bátunum.
Og tað arbeiðið er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, farin í holt við.
Hann sigur, at endamálið við tí er, at teir smáu bátarnir skulu takast heilt burturúr fiskidagaskipanini, so at teir kunnu fiska frítt.
Men hann veit ikki, hvar markið kemur at ganga.
? Viðgerðin í samgonguni kemur so at vísa, hvussu smáir bátarnir skulu vera, fyri at teir kunnu fáa loyvi til at fiska frítt, sigur løgmaður.