Spurningurin um at leggja kommunurnar í Suðuroy saman, hevur nú tikið eina spildurnýggja vend.
Higartil hevur spurningurin bara verið, um Suðuroy skal vera ein ella tvær kommunur.
Men nú kann tað alt samalt enda við, at tað verða tríggjar kommunur í Suðuroy.
Tað er greitt, eftir at tær fimm smáu kommunurnar í Suðuroy hittust til fundar í ráðhúsinum í Hvalba í gjárkvøldið.
- Nú vit aftur eru farin at tosa um at leggja kommunur í Suðuroy saman, hevur tað eina og aleina snúð seg um, hvat Vágur og Tvøroyri halda og um tað skulu vera ein ella tvær kommunur, sigur Otto West, borgarstjóri í Hvalba.
- Men tað hevur ongin nakrantíð spurt tær smærru kommunurnar um, hvørja støðu tær hava til kommunusamanlegging, leggur borgarstjórin í Hvalba afturat.
- Vit eru fullkomiliga tagdar burtur og tað finna vit okkum ikki í, staðfestir ein annar borgarstjóri í einari lítlari kommunu, Delmar Tausen í Hovi.
Fátækar ella ríkar
Men nú vilja tær fimm smærru kommunurnar í Suðuroy ikki longur sita tigandi á síðulinjuni og hyggja at, ímeðan tær báðar stóru kommunurnar í oynni ótarnaðar sleppa at seta dagsskránna.
Tí savnaðust umboð fyri tær fimm kommunurnar til fundar í Hvalba í gjárkvøldið at umrøða málið um kommunusamanlegging.
Har samdust tær um at standa saman fyri at verja síni áhugamál ímóti teimum báðum stóru kommununum í sambandi við eina møguliga kommunusamanlegging.
- Tilsamans hava tær fimm smáu kommunurnar eiga tær fimm smærri kommunurnar einar 18 milliónir krónur á bók og tá er skuldin drigin frá, sigur Otto West.
Harumframt hava tær eina skattainntøku upp á einar 50 milliónir um árið og hava sostatt møguleika at læna einar 50 milliónir krónur afturat.
Otto West ásannar, at hetta er í heilt rundum tølum, men tey eru á einari leið.
Hann sigur, at leggja hesar fimm kommunurnar saman, høvdu tær sostatt fíggjarliga staðið í eini munandi sterkari støðu, enn tær báðu stóru kommunurnar gera.
- Vit høvdu fingið eitt fíggjarligt frælsi til at tikið tøk, sum vit ongan møguleika fáa til yvirhøvur saman við Vági og Tvøroyri, soleiðis sum teirra fíggjarliga støða sær út.
- Leggja vit saman við Vági og Tvøroyri, verður kommunuskuldin so stór tilsamans, at vit sleppa ikki at taka lán, tí vit koma at byrja samanleggingina við eini skuld upp á 100 milliónir og tað er so óhugaligt, at tað kann ikki góðtakast, sigur Delmar Tausen.
Harafturat kemur so tað, at leggja tær fimm kommunurnar saman, høvdu tær eisini staðið sterkar í fólkatali, tí tað høvdu búð næstan 1700 fólk í kommununi.
- Hetta er munandi fleiri fólk enn tað búgva í Vági og bara eitt lítið sindur minni enn tað búgva á Tvøroyri, sigur Otto West.
Skuldin skal sanerast
Hann sigur, at seinastu tíðina hevur talan verið um at seta ein arbeiðsbólk við einum umboði fyri hvørja kommunu at viðgera spurningin um kommunusamanlegging.
Men á fundinum í Hvalba í gjárkvøldið samdust tær fimm smærru kommunurnar um at velja eitt, ella kanska tvey umboð í hendan arbeiðsbólkin at røkja áhugamálini hjá teimum smærru kommununum.
Otto West leggur tó dent á, at tær fimm kommunurnar eru eisini sinnaðar at tosa um eina aðra loysn, enn at tær leggja saman uttan um Vág og Tvøroyri, so at talan kortini kann verða um, at øll Suðuroy verður ein kommuna.
- Men ein fortreyt fyri tí er, at ein loysn fæst á kommunuskuldini hjá Vági og Tvøroyri, so at skuldin hjá teimum verður sanerað.
- Vit eru ikki sinnað at avlevera okkara fíggjarligu ognir í ein botnleysan kassa hjá Vági og Tvøroyri, tí so verður tað einasta, vit fáa burtur úr, at vit koma at hanga upp á teirra ovurstóru skuld eisini. Og tilsamans koma vit framvegis at skylda so nógv, umframt at vit verða avskorin frá at taka lán og sostatt fáa vit onki fíggjarligt frælsi til at gera nakað sum helst
Otto West sigur, at verður skuldin hjá Vági og Tvøroyri ikki sanerað, verður eisini neyðugt at seta skattaprosentið hjá borgarunum í øll teimum smáu kommununum nógv upp.
- Tær báðar stóru kommunurnar hava eitt skattaprosent omanfyri 23%, meðan tær smærru kommunurnar hava eitt skattaprosent upp á millum 18 og 21, men leggja vit saman, sum fíggjarliga støðan er nú, rýkur skattaprosentið hjá øllum upp í topp, sigur Otto West.
- Vit kunnu ikki forsvara mótvegis okkara borgarum, at vit leggja saman til eina fíggjarliga støðu, sum er nógvar ferðir verri enn tann, vit eru í nú, leggur borgarstjórin í Hvalba Afturat.