Sum tey flestu hava lagt til merkis, hava vit í løtuni vitjan av nøkrum heilt serligum bilum.
Eitt ferðalag við yvir 40 fólkum eru komin higar við 22 Morgan sportbilum.
Tað eru limir í danska bilklubbinum Morgan Sports Car Denmark, sum eru komnir higar at hátíðarhalda 100 ára stovningardagin hjá ensku Morgan bilverksmiðjuni. Ferðalagið kom við Norrönu mánadagin 14. september.
Á eini samkomu á Grafiska Verkstaði Føroya á Skálatrøð helt Heðin Mortensen, borgmeistari, talu fyri Morgan-fólkunum og ynsktu teimum vælkomin til høvuðstaðin og til Føroyar. Morgan verksmiðjan í Malvern í Onglandi og Tórshavnar kommuna eru bæði stovnað í 1909.
Morgan eru smáir lágir sportbilar við stórum motorum. Teir flestu hava V8 motorar við heilt upp til 250 hk.
Ferðaleiðari á túrinum er Erik Fey, sum sjálvur hevur ein Morgan frá 1979. Erik hevur ferðast nógv í Føroyum sum ferðaleiðari og hevur skrivað bøkur um føroyska list.
Morgan bilarnir hava vakt ans, har teir eru komnir kring landið. Ferðalagið fer avstað aftur við Norrönu hóskvøldið 17. september.