Smágentan sum vaks upp í dokkini

- Eg havi altíð bøkur liggjandi, og eg lesi eisini onkra góða bók umaftur, tá ein tíð er liðin, sigur Sólgerð Andreassen, rithøvundur og lærari.

 

 

Sólgerð Andreassen, sum býr í Fuglafirði, hevur altíð dámt væl at lisið, og hon hevur eisini skrivað og teknað barnabøkur og verið við til at skrivað aðrar bøkur. - Men, lesimynstrið er nakað broytt, nú nærum alt kann hálast av netinum. Fyrr kundi eg ikki ganga framvið einum bókahandli uttan at keypa onkra bók. Eg tryggjaði mær altíð, at nakrar bøkur lógu niðurfyri.

Nú lesur hon nógv á netinum, og seinastu árini hevur Sólgerð Andreassen eisini fingist við nógv siðsøguligt tilfar í samband við bókina ”Tey búsettust á Oyrarbakka”, sum hon hevur skrivað saman við Annfinni Danielsen og sum kemur út til jólar.

Men, hvat lesur Sólgerð Andreassen, tá hon tekur eina bók upp í hendurnar?

- Eg havi altíð bøkur liggjandi, og eg lesi eisini onkra góða umaftur, tá ein tíð er liðin. Soleiðis ætli eg mær eitt nú at lesa ”Karitas” (Kristin Marja Baldursdóttir) aftur, og eg ætli mær eisini at lesa eina fitta bók um eina smágentu, sum vaks upp í dokkini í Onglandi. Bókina um fittu smágentuna havi eg lisið ofta við nøkrum árum ímillum. Bókin eitur: ”Kære hr Gud, det er Anna”, umsett til danskt av Anna Sophie Seidelin.

Sólgerð Andreassen vísir á, at gentan, sum vaks upp í dokkini, doyði ung, men maðurin, sum kom at kenna hana, skrivaði bókina, sum nú aftur liggur á náttborðinum. - Bókin er væl slitin, men líka góð hvørja ferð, leggur hon aftrat.

Tá vit spyrja Sólgerð Andreassen, hvørjar bøkur hon kundi hugsað sær at fingið í jólagávu, svarar hon soleiðis:

- Eg kundi hugsað mær at fingið ”Kjarr” (Rakel Helmsdal), ”Skakandi tilburðir” (John S. Myllhamar), Fiskaaling í 50 ár (Helgi Jacobsen) - ella onkra aðra nýggja føroyska bók. Slíkt er góður jólalesnaður. Annars eru Leo Tolstoy og Lisa Marklund frammarlaga á ynskilistanum.     

Sólgerð Andreassen sigur, at seinastu bøkurnar, hon hevur lisið, eru: ”Astrid og Veronika” (Linda Olsson), ”En kvindes pris” (Somaly Mam og ”13 ting mentalt stærke kvinder ikke gør” (Amy Morin). - Eg lesi mest føroyskar og danskar bøkur, men tilfarið á netinum er ofta á enskum, leggur rithøvundurin og lærarin aftrat.