Smágenta á sletu doyði í Grønlandi

Um vikuskiftið doyði ein 7 ára gomul genta í býnum Tasiilaq á grønlendsku eysturstrondini.

Gentan sletaði í bakkanum og kom út á vegin, har hon varð yvirkoyrd av einum bili. Hon doyði av løstunum, hon fekk.

Løgreglan í Tasiilaq hevur nú biðið foreldrini í býnum um at tosa við børnini um ikki at sleta í nánd av bilaferðslu. Eisini hevur løgreglan heitt á bilførarar um at verða serligar varnir í nánd av børnum.

Sambært grønlendsku miðlum eru fólk í Tasiilaq skelkað av vanlukkuni leygardagin.