Ein átta ára gamal drongur, sum varð burturfluttur har suðiri í Afghanistan fyri átta døgum síðani, er funnin deyður. Myndugleikarnir siga, at burturflytararnir høvdu tikið drongin av døgum, tí pápi hansara, sum er løgreglumaður, sýtti fyri at geva burturflytarunum ein løgreglubil, sum teir kravdu at fáa.
Afghanski forsetin, Hamid Karzai, fordømir illgerðina. Hann sigur, at talan er um eina brotsgerð, sum hvørki átrúnaður ella annað kann rættvísgera.
AP-tíðindastovan skrivar, at myndugleikarnir vita ikki, um tað var Taliban, sum burturflutti drongin. Støðugt fleiri fólk eru burturflutt í Afghanistan í seinastuni, men allar burturflytingarnar koma ikki í fjølmiðlarnar, skrivar AP-tíðindastovan.