Smádrongur í Runavík misnýttur

Týsdagin var ein níggju ára gamal smádrongur kynsliga misnýttur av einum fremmandum manni, sum fyrr er dømdur fyri sama brotsverk

 

Sveinur Tróndarson


Ein níggju ára gamal smádrongur í Runavík fekk sítt lívs skelk týsdagin.

Á veg til handils í døgverðatímanum, var hann steðgaður av einum bilførara, sum spurdi um hann kundi vísa sær vegin til Rituvíkar. Ungi maðurin varð beinasamur og settist innar.

Bilførarin helt nú leiðina fram eftir vegnum fram við fótbóltsvøllinum móti Rituvík, men komin til krossin Rituvík-Æðuvík, snaraði hann út eftir tí vegnum ístaðin. Eftir at hava koyrt eitt pettið eftir hesum vegnum, steðgaði hann bilinum, og fór at gera seg inn á drongin.

Ungi beinasami drongurin var, sum vera man hjartkiptur, og tordi ikki at gera mótstøðu. Tíbetur fyri hann, gavst maðurin rættuliga skjótt, við tí hann hevðist at, og hann vendi aftur móti Runavík.

Hann slepti dronginum av aftur júst á sama staði, har hann hevði tikið hann upp. Komin úr aftur bilinum, helt smádrongurin til beins, heim til húsa, at boða foreldrunum frá, og tað vóru tey, sum meldaðu til løgregluna, sigur Oluf Mortensen, vakthavandi í Runavík.


Er dømdur fyri somu gerð

Vakthavandi á støðini í Runavík sigur, at maðurin, sum framdi ógerðina, er ikki haðani. ? Hann býr í Havn, men var altso komin inn higar, sigur hann.

Tað var rættuliga skjótt, at løgreglan fann fram til mannin, sum er 37 ára gamal og býr í høvuðsstaðnum. Maðurin er nevniliga kendur av løgregluni, og hann er ? tíverri, staðfestir løgreglan ? eisini kendur fyri júst sama brotsverk.

Í 1997 fekk maðurin nevniliga ein dóm fyri kynsliga misnýtslu av smábørnum, og tá sat hann í fýra mánaðir.

Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini á støðini í Havn, váttar, at teir hava havt tann 37 ára gamla mannin til avhoyringar, og at hann er skuldsettur fyri brotsgerðina.

- Jù, tað er rætt. Vit hava havt ein mann til avhoyringar fyri at hava gjørt seg inn á ein smádrong úr Runavík týsdagin. Maðurin er eisini skuldsettur, men hann varð sleptur út aftur á gøtuna, tá avhoyringin var liðug, sigur Bergleif.

Leiðarin á kriminaldeildini vil als ikki tosa um hvørja revsing maðurin kann vænta sær. Hann vísir á, at maðurin hevur fingið ein dóm, sum er sitin, og at hann nú er skuldsettur fyri sama brotsverk.

Hann vísir kortini á, at revsiramman fyri brotsgerðina er upp til tíggju ára fongsul, men hann staðfestir, at tað er siðvenjan hjá rættinum, sum verður avgerandi fyri hvussu hørð revsingin verður.