Smádrongur misti foreldrini burtur

Ein smádrongur gekk einsamallur í miðbýnum seinnapartin í dag

Seint seinnapartin í dag fekk løgreglan í Havn eina uppgávu av tí heldur sjáldsama slagnum. Eitt fólk ringdi á løgreglustøðina og segði, at ein pikkalítil smádrongur gekk púra einsamallur í miðbýnum og onki vaksið fólk var at hóma nakrastaðni.

 

So varð roynt at fáa greiði á, hvør hann var, og at finna foreldrini aftur. Men eina løtu seinni ringdi nettupp foreldrini á løgregstøðina at boða frá, at tey høvdu mist teirra lítla son burtur. Hann var farin frá teimum, og tey funnu hann ikki aftur.

 

So tíbetur gekk ikki meiri enn eini 20 minuttir frá tí at smádrongurin var funnin einsamallur, til hann var aftur í tryggari havn hjá foreldrunum.