Fótbóltslógir
Kappingarnevndin hjá FSF skal undan vikuskiftinum taka støðu til ein heldur løgnan spurning.
Í smádreingjadeildini er støðan nevnliga tann, at tað væl er hugsandi, at meistarin skal finnast á skrivaraborðinum, tí ein regla, sum á sinni er gjørd í kappingarreglunum, ger tað ivasamt, hvussu farast skal fram.
Reglan er tó ikki at finna í kappingarskipanini fyri 20040, men hon er heldur ikki broytt á aðalfundinum, og so er spurningurin, hvørt reglurnar frá 2003 framvegis eru galdandi.
Stigini telja ikki
Málið snýr seg í stuttum um, hvussu farast skal fram við teimum stigum, sum lið vinna sær, ið koma úr økisbólkunum til meistarabólkin.
Her hava gomlu reglurnar verið, at liðið, sum vinnu grundspælið í meistarabólkinum, fær trý stig við sær til endaspælið, og tað gjørdust í ár runavíkingar. Samstundis verður staðfest, at lið, sum vinna økisbólkarnar og soleiðis kemur til meistarabólkin, skal hava eitt stig við sær, og hetta liðið varð í ár KÍ.
Sum so ein ógvuliga greið regla. Men tá tað so kortini verður staðfest, at hesi stig ikki skulu verða avgerandi fyri meistaraheitið, so verður alt meira fløkt. Hjá smádreingjunum er støðan nú nevnliga hon, at NSÍ er tvey stig undan KÍ, men tá talan er um júst tey bæði stigini, sum KÍ hevði meira við byrjan av endaspælinum, eiga hesi at detta burtur eftir gomlu reglunum.
Spurningurin, sum tey bæði í Runavík og í Klaksvík í hesum døgum seta sær, er tí, hví hesi stigini yvirhøvur verða givin. Ivaleyst er tað so, at stigini verða latin vinnaranum í grundspælinum, soleiðis at hesi liðini hava nakað at stríðast fyri í grundspælinum, soleiðis at dystirnir tá ikki gerast líkasælir.
Samstundis er valt, at vinnararnir av økiskappingini fáa eitt stig, fyri at hesi ikki skulu standa heilt á berum, og sum so er tað eisini væl skiljandi.
Stóri trupulleikin hevur helst verið, at eingin hevur ímyndað sær, at lið skal koma úr økiskappingini, og so yvirhála hini liðini, men tað er so júst tað, sum KÍ hevur gjørt. Og so kann nevnast, at VB í dreingjadeildini gjørdi tað sama fyri tveimum árum síðani, so heilt ókunnugt er tað tó ikki.
Hvørja støðu kappingarnevndin so kemur til, er ilt at meta um, men sum skilst, so skuldi tann avgerðin altso takast fríggjadagin.