Nú er greitt, hvør framdi ógvusliga herverkið á eini summarhús og eini fráfarin hús í Svínáum fyrradagin.
Í gjárkvøldið ringdi ein móðir á løgreglustøðina og segði teimum frá, at sonur hennara hevði fortalt henni, hvat hann og nakrir vinmenn høvdu gjørt hendan dagin. Talan er um smádreingir.
Løgreglan hevur ikki tosað við drongin sjálv, men hetta verður gjørt í næstum.
Les eisini: Summarhús sorað í Svínáum
Tað var fyrrakvøldið, at svimjarar varnaðust, at onkur hevði verið í einum summarhúsum í Svínáum og brotið frá hond. So gott sum hvør rútur í húsinum var brotin, og inni í húsinum var nógv eisini brotið.
Løgreglan metti seg beinanvegin hava eina góða slóð at elta, og fólk høvdu eisini ringt til løgregluna og boðað frá, at tey høvdu sæð nakrar dreingir spælt í økinum hendan dagin.