Síðani 1936 hevur tað verið traditión, at tann olympiski eldur, sum verður tendraður í Olympia, verður borin til býin, har olympisku leikirnir verða hildnir. Tað verður gjørt við eini drúgvari stafett, sum fer um lond og landamørk.
Mánadagin var um reppið, at olympiski eldurin varð stolin í enska býnum Coventry ávegis til London. Fimm starvsfólk frá heilsustovninum NHS runnu við kyndlinum ígjøgnum býin, tá ið tveir ungir dreingir fóru inn um girðingarnar og royndu at taka olympiska eldin frá teimum.
Dreingirnir komu so langt, at teir fingu hendurnar á kyndilin, men teir fingu hann ikki úr hondini á manninum, sum rann við honum. Trygdarfólk løgdu upp í og fekk dreingirnar burtur frá rennarunum.
Niðanfyri ber til at síggja sjónvarpsupptøku av hendingini.