Smádreingir lupu á javnaldra

Bert eitt harðskapsmál hevur verið í høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Náttina til sunnudagin lupu nakrir dreingir á ein javnaldra í miðbýnum í Havn. Álopni drongurin fekk nakrar smávegis snuddir í andlitið og varð sendur á skaðastovuna.
Av tí at bæði álopsmenninir og tann álopni eru yngri enn 15 ár, er málið beint víðari til barnaverndina, greiðir vakthavandi á politistøðini í Havn frá.