Smædnir føroyingar tordu ikki at spyrja

Umboðini fyri útlendsku útbúgvingarstøðini hildu, at føroyingar settu alt ov fáar spurningar á Útbúgvingarstevnuni. Møguleiki var at fáa alla neyðuga vegleiðing um tær ymiskum útbúgvingarnar, men kortini tóku lestraráhugað ikki av góða tilboðnum á stevnuni um vikuskiftið.

Oftað verður havt á lofti, at eitt høvuðseyðkenni við føroyinginum er, at hann vanliga er lítillátin og smæðin av lyndi. Hetta kunnu nú útlendsku umboðini á Útbúgvingarstevnuni um vikuskiftið skriva undir upp á. Smædna lyndið í føroyingum var eitt av eyðkennunum, sum útlendingarnir sótu eftir við, tá stevnan endaði leygardagin. Samskiparin av Útbúgvingarstevnuni, Holger Arnbjerg, sigur, at umboðini fyri útlendskum lestrarstøðini vóru á einum máli um, at føroyingarnir settu alt ov fáar spurningar.
?Teir hildu, at føroyingarnir vóru sum heild smædnir og afturhaldandi við at seta persónligar spurningar um lestrarstaðið. Flestu av útlendsku útbúgvingarstøðunum eru javnan á slíkum útbúgvingarstevnum, og tá verða tey bombarderað við spurningum, greiðir Holger Arnbjerg frá.
Føroysku gestirnir høvdu størsta áhuga í at hoyra, hvat tey ymisku lestrarstøðini høvdu at presentera, meðan fáir spurningar vórðu settir. Útlendsku gestirnir høvdu vónað, at fleiri spurningar vórðu settir, so tey vitjandi kundu veruliga gera sær dælt av teimum møguleikum, sum vóru á Útbúgvingarstevnuni.
Holger Arnbjerg sigur, at hetta er fyrsta útbúgvingarstevna í Føroyum, og føroyingar skulu eftir øllum at døma venja seg við slíkar stevnur. ? Stevnan gav lestraráhugaðum føroyingum møguleika at fáa alla ta vitan, tey ynsktu, men kortini varð hesin møguleiki ikki útnyttaður til fulnar, sigur hann.

Væl nøgdur
Útbúgvingarstevnan var bæði fríggjadagin og leygardagin, og í alt vóru 700-800 fólk í Norðurlandahúsinum hesar báðar dagarnar. Holger Arnbjerg sigur, at fyrireikarnir høvdu væntað eini 500-1000 fólk, og tey eru tí væl nøgd við undirtøkuna. Serliga fríggjadagin vóru nógv fólk at síggja, meðan leygardagurin var meir linligur.
-Fyrrapartin fríggjadagin vóru nógvir miðnámsskúlanæmingar at síggja. Av eini ella aðrari orsøk vóru ikki so nógv, sum eru liðug við sína miðnámsútbúging á stevnuni, og tað er eitt sindur keðiligt, tí stevnan var eisini ætlað teimum. Tey vitjandi tóktust vera sera fegin um, at so nógvir ymiskir lestrarstovnar vóru savnaðir á einum staði, fortelur Holger Arnbjerg.
Fyrireikarnir hava ikki gjørt av, um Útbúgvingarstevnan verður endurtikin komandi ár. Í løtuni eftirmæla luttakararnir, útlendsku gestirnir og arbeiðsbólkurin stevnuna. Eftirmælini skulu nýtast til at fremja neyðugu broytingar, so Útbúgvingarstevnan verður enn betri næstu ferð.

Eyguni upp
Holger heldur, at Útbúgvingarstevnan gevur ungum føroyingum góðar møguleika at ogna sær neyðugu vegleiðingina, áðrenn endaliga avgerðin um útbúgvingarvalið verður tikin. Hann heldur eisini, at føroyingar fáa á eini slíkari stevnu eyguni upp fyri øðrum útbúgvingarmøguleikum, enn teimum í Danmark og í Føroyum.
Á útbúgvingarstevnuni hesaferð vóru føroysk, donsk og útlendsk lestrarstøð javnt umboðað. ? Serliga útlendsku lestrarstøðini høvdu góðan møguleika at gera vart við seg, tí kunnleikin um teirra lestrarstøð er avmarkaður í Frøoyum. Fleiri av útlendsku lestrarstøðunum høvdu lesandi føroyingar við sær, sum greiddu frá umstøðunum á staðnum, og eg haldi tað riggaði avbera væl, sigur Holger Arnbjerg.

Sjúkrarøktarar best
Eftir Úbúgvingarstevnuna varð besti básur kosin. Av teimum í alt 40 básunum á stevnuni, var tað ein føroyskur básur, sum fór við heiðurinum. Sjúkrarøktarfrøðingarnir høvdu mest spennandi og orginala básin á Útbúgvingarstevnuni, og heiðursgávan var eitt litografi frá listamanninum Torbjørn Olsen.