Frísk smá børn kunnu væl sova úti í vogni ? eisini tá kavi er. Men vit eiga at hava ymiskt í huga, áðrenn vit leggja børnini út at sova. Tí smá børn eru ógvuliga viðkvom fyri kulda. Hetta sigur heilsufrøðin fyri børn og ung, Gigni, á heimasíðu síni.
Sambært Gigni skulu smá børn helst ikki sova úti, tá tað er kaldari enn minus 10 stig úti. Men her í Føroyum eiga vit eisini at hugsa um, at tað ofta er vindur og kalt samstundis, og tá kennist tað nógv kaldari.
Barnið skal vera sunt og frískt, og børn, sum eru ov tíðliga fødd, hava astma bronchitis, afturvendandi millumoyrabruna og hjartasjúku skulu helst ikki sova úti í nógva kuldanum.
Sjálvandi skal barnið vera væl ílatið í drakt ella posa, húgvu og vøttum, og mælt verður til at brúka ullint inn at kroppinum. Blæan má skiftast, áðrenn barnið fer út.
Vognurin skal setast í lívd fyri vindi, regni og kava, og hann skal vera vind- og vatntættur og botnurin skal vera bjálvaður.
Hygg ofta til barnið og lat tað ikki liggja ov leingi úti og sova, helst ikki meira enn 2 tímar, sigur heilsufrøðin Gigni á gigni.fo.