Fartelefonin er eitt hent tól, tað munnu tey flestu vera samd í. Gaman í hoyrast javnan ávaringar um bæði hetta og hatta í sambandi við hesi tól, krabbaelvandi nú, høvuðpínuvekjandi tá. Tað er so tað, sum tað er. Men vandi er í hvørjari vælferð.
Lítið hoyrist um tað til gerandis, men tað er í heilum, at smábørn ringja til alarm 1-1-2. Og tað er órógvandi.
- Ja, tað hendir ofta; í meðal einaferð um dagin, váttar vakthavandi á politistøðini.
Summar dagar er friður í so máta, men aðrar dagar kann tað henda fleiri ferðir, at smábørn trýsta 1-1-2 og ringja til alarmsentralin.
- Vit royna at fáa fatur á onkrum vaksnum, og viðhvørt ber tað til. Men onkuntíð letur tað seg ikki gera, og tá er einki annað at gera, enn at leggja á, sigur vakthavandi.
Uttan SIM-kort
Sagt verður av politistøðini, at tað serliga er um morgunin og um vikuskiftið, at tað er serliga nógv órógv av smábørnum, sum ringja 1-1-2.
Um morgunin hava foreldrini ofta nógv um at vera, og tá síggja børnini sær helst ein kjans at »snubba« fartelefonina at spæla við. Og um vikuskiftið er tað helst tí, at foreldrini vilja sova eina løtu longri enn vanligt, og so hava børnini frítt spæl.
Tað serliga við fartelefonini er, at tær nýtist ikki at kenna PIN-kotuna fyri at ringja 1-1-2, telefonin ringir kortini. Sama er, um tú hevur talutíðarkort, og eingir pengar eru eftir á kortinum. Til ber kortini at ringja 1-1-2 og fáa fatur áalarmsentralinum.
Men tað, sum er mest undrunnarsamt, og sum helst ógvuliga fá fólk vita, er, at tað eisini ringir uppá hjá alarmsentralinum, um ringt verður við einari telefon við ongum SIM-korti!
Tað er uttan iva ógvuliga vanligt, at foreldur, tá tey skifta fartelefonina út, geva børnunum ta gomlu at spæla við. Eingin hugsar um, at tað er nakar vandi, tá einki SIM-kort er í. Men so er ikki. Bert telefonin er tendrað, kann uttan nakað hóvasták ringjast til alarmsentralin. Og hann skal sum kunnugt bert nýtast í ramasta álvara, og ikki til spæl!