Í Kashmir eru bjargingarliðini givin at leita eftir teimum meiri enn 100 pakistonsku hermonnunum, sum vóru í einari hermannalegu, sum hvarv í einum stórum skalvalopi í morgun. Pakistanska sjónvarpið sigur, at hermenninir kunnu liggja 25 metrar niðri í kavanum.
Tíðindastovurnar skriva, at vónirnar um at finna teir 117 hermenninar aftur á lívi minka, sum tímarnir ganga. Umleið 150 hermenn hava leitað allan dag við servandum hundum og tyrlum, men teir hava ongan hermann funnið.
-Nú er myrkt, og harafturat er veðrið vánaligt, so vit noyddust at steðga leitingini, men vit byrja aftur tíðliga í morginári, sigur ein kelda hjá myndugleikunum við tíðindastovuna AFP.










