Smáar sølur á Toftum

Miðalprísurin fyri hýsu á Fiskamarknaði Føroya í gjár var einans 6 krónur fyri kilo. Annars hava bert smáar sølur verið í dag og í gjár. Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya 6,5 tons á uppboðssølu fyri góðar 86.000 krónur.

Frægastu nøgdirnar vóru av toski 3. Her fór 1,5 tons fyri miðalprísin 12,86 krónur fyri kilo.

Eini tvey tons vóru av hýsu, og her var besti miðalprísurin 8,77 krónur fyri kilo, sum var fyri hýsu 3.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt við søluna í morgun var 13,19.

Í gjár fóru eisini smáar nøgdir av fiski um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.

Tilsamans 12 tons vórðu seld fyri 124.589 krónur, og miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 10,22 krónur fyri kilo.

Eingin toskur varð seldur á marknaðinum í gjár.

Góð 8 tons vóru av hýsu, og sambært sølutølunum var prísurin sera vánaligur, einans 6 krónur fyri kilo - og 6 krónur var eisini besti hýsuprísur á Fiskamarknaði Føroya í gjár.