Í dag er tann fyrsti veruligi hálkudagurin í vetur, men tað eru vit sloppin væl burtur úr. Tað er annars ikki óvanligt, at tann fyrsta hálkan kemur óvart á bilførarar og tað hevur víst seg, at tað eru nógv, sum ikki hava skøtt sær bilin til veturin.
Í morgun hevur verið kalt og stilt og løgreglan sigur, at tað hevur verið sera hált nógvastaðni.
Landsverk hevur eisini ávarað um hálki á Kambsdali, á Gøtueiði, við Norðskálatunnilin, á Høgareyni, á Sandavágshálsi, á Vatnsoyrum, á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð, í Kaldbaksbotni, á Sundi og í Sandoy. Men nógv bendir á, at í ár hava bilførarar verið eftiransnir, tí løgreglan sigur, at ongi óhapp eru fráboðað í morgun. Løgreglan hevur bara fingið eina eina fráboðan um hálku í morgun og tað er um ein mann, sum er dottin og hevur brotið beinið.
|