Enn er óvist, hví heldur brádliga kom í ein bil á Sandavágshálsi seinnapartin í gjár.
Løgreglan sigur, at talan var um ein hýruvogn og førarin hevur greitt teimum frá, at brádliga fór motorurin í sjálvsveiggj.
##med2##
Hann royndi at steðga motorinum, men til fánýtis, og so kom eldur í. Tað eydnaðist teimum, sum vóru í bilinum, at sleppa út í øllum góðum og tað var ikki leingi, so stóð bilurin í ljósum loga.
Sløkkiliðið í Vágum varð boðsent, men innan er bilurin brendur allur sum hann er. Løgreglan sigur, at helst er eldurin kyknaður í motorinum, men nú er bilurin farin á Akstovuna til kanningar.
##med3##