Sluppu ikki til Gaza

Ísraelsku myndugleikarnir noktaðu í gjár 20 umboðum fyri ES at fara til tað palestinska økið Gaza. Upprunaliga skuldu ES-umboðini til Gaza fyri einari viku síðani, men tey fingu boð frá ísraelsku myndugleikunum at bíða eina viku. Men tá tey royndu aftur í gjár, sluppu tey ikki kortini, skrivar ísraelska blaðið Ha'aretz.

Talsmenn hjá ísraelska hervaldinum siga við blaðið, at ES-umboðini sluppu ikki til Gaza, tí ísraelska fregnartænastan hevur fingið frænir av, at víðgongdir palestinar har hava ætlanir eru um yvirgang í økinum.