Nú um høgtíðina eru tað fleiri fólk, sum hava ringt til løgregluna tí tey hava brúk fyri passi. Og tað skuldi vera beint nú, tí tey skulu av landinum um ársskiftið, sigur løgreglan. Men løgreglan sigur, at skrivstovurnar hava verið stongdar, so á hesum øki hevur løgreglan ikki kunnað hjálpt fólki.
Løgreglan sigur, at talan er um fólk, sum hava havt ætlanir um at fara ymsastaðni í heiminum at ferðast, og sum brádliga hava varnast, at tey hava brúk fyri nýggjum passi, tí passið tey hava, er útgingið. Men í hesum døgum eru tey farin aftur sum av torvheiðum, tí tá ið skrivstovurnar hava verið stongdar, hevur Løgreglan ikki fingið hjálp teimum, og sostatt eru tey heldur ikki sloppin av landinum.
Løgreglan sigur, at vanliga tekur tað einar tríggjar vikur at endurnýggja eitt pass. Løgreglan kann eisini leingja tíðarskeiðið, eitt pass er galdandi. Men treytin er, at skrivstovurnar eru opnar, so at passið kann avgreiðast - og tað hava tær so ikki verið hesar dagarnar.
Løgreglan sigur, at tað er ikki óvanligt, at fólk, sum skulu av landinum, brádliga varnast, at passið ikki er í lagi. Men tá eru tey komin á løgreglustøðina í vanligari skrivstovutíð, og tá ber til at leingja gildistíðina á passinum. Men í førum sum hesum, tá ið skrivstovurnar eru stongdar, er einki at gera, leggja tey afturat.
Løgregla sigur, at øll pass verða gjørd í Danmark, har avgreiðslan er miðsavnað undir strongum eftirliti. Og løgreglan minnir eisini á, at fólk hava sjálvi ábyrgdina av, at tey hava gyldugt pass, tá ið tey ætla sær at ferðast.
Og í hesum sambandi er vert at gera vart við, at tað er ymiskt, hvørji krøv, einstøk lond seta til eitt pass og hvussu leingi tað skal vera galdandi. Eitt nú eru taðfFleiri lond sum krevja, at passið skal vera galdandi í minsta lagi seks mánaðir EFTIR, at tú ert farin úr aftur landinum aftur og heim aftur til Føroya, sigur løgreglan.