Sluppu ígjøgnum eftirlitið við bumbum og knívum

Ein roynd á Gardermoen-flogvøllinum í Oslo vísti, at tað bar væl til at sleppa ígjøgnum eftirlitið við bumbum og knívum

Ein roynd at kanna, hvussu trygt eftirlitið á Gardermoen-flogvøllinum í Oslo er, avdúkaði, at fólk kundu sleppa ígjøgnum eftirlitið og út til flogførini við bæði bumbum, patrónum og knívum.

 

Sambært fjølmiðlunum eydnaðist tað einari kvinnu at sleppa ígjøgnum við einum knívi, sum hon hevði fjalt í brósthaldaranum, og í einum øðrum føri slapp ein kvinna ígjøgnum við einari patrón, sum lá fjald í einari hárklemmu. Av teimum níggju persónunum, sum fóru í eftirlitið við vápnum, sluppu teir átta ígjøgnum uttan trupulleikar.

 

Tríggjar taskur við hvør sínari bumbu í vórðu koyrdar ígjøgnum røntgeneftirlitið, men eftirlitstólið varnaðist bara tvær av bumbunum. Tann triðja taskan slapp ígjøgnum við bumbuni.

 

Norskir fjølmiðlar siga, at í øðrum londum verður Gardermoen ikki mettur sum ein tryggur flogvøllur, og at ferðafólk, sum koma haðani, verða kannað serliga væl, tá tey koma við flogfari til onnur lond.