Slupptíðin í myndum og lutum

Aftur í ár skipar bygdasavnið, Forni, fyri eini evnisframsýning. Hesaferð er evnið slupptíðin

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Gjøgnum árini hevur bygdasavnið, Forni á Glyvrum, skipað fyri fleiri evnisframsýningum. Tann fyrsta var í 1988 og lýsti roykstovuna og annað í húsinum frá gamlari tíð.
               Evnisframsýningarnar hava verið um 20 í tali, og hava snúð seg um eitt nú hersetingina, um tá kirkjan var einsamøll, til andaligu rørslurnar tóku seg upp, Heiða-doktaran, klæðir upp til eftir seinna heimsbardaga og mangt annað.
               Í nógv ár hevur innsavningin av lutum og myndum vaksið um savnið, og í dag er savnið bæði umfatandi og áhugavert. Húsið er innrættað við eini gamlari stovu frá 1874, gomlum handli frá fyrsta helmingi av farnu øld,  køki og gomlum kamari. Á framsýningini eru bæði fornlutir og myndir. Lutirnir, sum eru at síggja, eru eitt nú amboð, brúkslutir og innbúgv. Nógvu gomlu myndirnar lýsa dagliga yrki, bæði á sjógvi og landi.
Bygdasavnið Forni er avgjørt eina vitjan vert. Opið er bæði leygardagin og sunnudagin á Eystanstevnu frá klokkan 15.00 til 19.00.
 
Myndatekstur:
 
Eystanst-forni1:
 
Hetta er dópskjólin hjá Rasmusi uppi í Toftum, sum livdi frá 1863-1933. Mamma hansara seymaði hann. Helst varð kjólin ætlaður systir hansara, Onnu Mariu, sum varð fødd árið fyri, men doyði bert ein dag gomul. Kjólin hevur verið varðveittur norðuri í Buð í Hvannasundi, og nógv børn har eru doypt í honum. Tað var Lena í Buð, sum í 1996 læt savninum dópskjólan og greiddi frá honum. Rasmus var abbi Mariu Jacobsen á Glyvrum, sum er leiðari á Forna
 
Eystanst-forni2:
 
Millum mongu forvitnisligu lutirnar á savninum er hesin barnavognurin, sum varð keyptur í Onglandi í 1944. Um nærum allar lutirnar á savninum veit Maria eitthvørt áhugavert og spennandi at siga
 
Eystanst-forni3og4:
 
Á hvørjum ári skipar Forni fyri minst einari evnisframsýning. Hesaferð lýsir framsýningin - við myndum og lutum ? slupptíðina
 
Eystanst-forni5:
 
Tað hevur eydnast bygdasavninum, Forni, at savna hópin av lutum frá gamlari tíð. Húsið á Glyvrum, sum savnið heldur til í, er innrættað við gamlari stovu, køki, kamari og handli. Eisini eigur savnið hópin av gomlum myndum og ættartalvum