Felagið Føroysk Træseglskip fer í døgunum undan ólavsøku og fram til ólavsøkuaftan at skipa fyri regattasigling runt Føroya land. Regatta?in verður frá 25. til 28. juli og høvi verður hjá ferðafólki at keypa sær ferðaseðil og sigla við gomlu seglskipunum Westward Ho, Jóhonnu, Norðlýsinum, Draganum og Fram.
Til ber at sigla við allan túrin runt ella ávísar teinar. Hesir eru Tórshavn - Tvøroyri sunnudagin 25. juli, Tvøroyri - Miðvág mánadagin 26. juli, Miðvág ? Klaksvík týsdagin 27. juli og Klaksvík ? Tórshavn ólavsøkuaftan 28. juli.
Fyri at vekja ans fyri okkara gomlu seglskipum ? okkara mentanararvi á sjónum ? gongur siglingarleiðin framvið so nógvum bygdum øki sum til ber. Ung sum gomul, ið sigla við, fáa kenslu av, hvussu tað var hjá okkara forfedrum at baksast á sjónum, tá bert seglini vóru á at líta.
Ein slík ferð verður ein heilt serlig uppliving. Á túrinum verður sjálvandi siglt sum veðurlíkindini eru og motorurin tikin til hjálpar av og á. Ólavsøkuaftan klokkan 12 leggja skipini at við Bursatanga í Havn.
Hetta er fyrsta árið, at ein slík regatta verður roynd, og endamálið er sm nevnt at skapa áhuga fyri gamla mentanararvinum, sum hesi seglskip eru. Vísir tað seg at hepnast væl, verður regattain tikin upp aftur komandi ár, og verður ein fastur, afturvendandi táttur.
Ferðaseðlar kunnu keypast á kunningarstovunum kring landið. Einkult ferð ella ein teinur, til dømis Tórshavn ? Tvøroyri, kostar 300 krónur. Allur teinurin kring Føroyar kostar 1.000 krónur. Ferðaseðlar kunnu eisini keypast umborð. Til ber at keypa mat umborð, men gistast má í landi.
Tíðarætlan og annað er at finna á www.westwardho.fo.