Sluppin Johanna verið til fiskiskap á Føroyabanka

Um vikuskiftið var Johanna TG 326 ein túr á Føroyabanka, har hugnin var í hásæti.

Johanna sæst her stevna út á Føroyabanka fríggjadagin

Seint seinnapartin fríggjadagin stevndi gamla sluppin Johanna TG 326 út eftir Vágsfirði við kós út á Føroyabanka.

 

Tað er ikki longur gerandiskostur, at sluppin fer tilfiskiskap, tí ellisárini hevur Johanna oftast heldur verið karmur um stuttleikaferðir ella ferðafólkatúrar.

 

Tó var túrurin hesaferð eitt bland av bæði fiskiskapi og stuttleika. 

 

Tað vóru mannfólk úr róðrarfelagnum Knørri, ið høvdu leigað Johonnu henda túrin. Veðrið var av tí fagrasta, og hugnin var eisini í hásæti. Harmonika og sangur setti dám á, og fongurin henda túrin var kanska ikki tað, ið stendur ovast, tá skrivast skal heim um túrin. 70 fiskar komu á dekki, og var hetta frá heilt stórum bankatoski, til smærri fisk.

 

Johanna kom aftur til lands við knørramanningini sunnudagin.

 

##med2##

 

##med3##

 

Myndir: Bjarni Johansen og Páll Guðmundsson

 

Johanna sæst her stevna út á Føroyabanka fríggjadagin

Johanna sæst her stevna út á Føroyabanka fríggjadagin

Veðrið var av tí besta á túrinum