Lat 1. september 2015 verða dagin, har vit sloyfa høgrastýrið og velja eina nýggja kós fyri Føroyar.
Bert við sterkum reyðum politikkarum kunnu vit hála føroyskan politikk til vinstru.
Bert við hugsjónarligum politikkarum, sum byggja sín politikk á samhaldsfesti, rættvísi og javnrætt, kunnu vit bjóða høgrarákinum av.
Bert við tínum stuðli kunnu vit aftur taka valdið í landinum. Saman kunnu vit gera upp við tann ójavna, sum er skaptur, og tí órættvísi, sum er framt mótvegis teimum, sum eru ringast fyri. Vit mugu steðga avlagingini av okkara vælferðarsamfelagi, áðrenn ov seint er.
Høgrastýrið innførdi flatskattaskipanina, so at tað skulu 40 kassadamur til at fáa sama skattalætta sum ein løgtingslimur.
Eg fari at stríðast fyri, at breiðastu herðarnar aftur skulu bera tyngstu byrðarnar, og at vit aftur fáa eina rættvísa skattaskipan fyri allar 25.000 løntakararnar. Túrurin er nú komin til tey mið- og lágløntu.
Høgrastýrið vrakaði einmælt javnsetan í hjúnarbandslógini, so mismunur framvegis verður gjørdur á samkyndum og hinskyndum.
Eg fari at stríðast fyri, at samkynd verða javnsett í hjúnarbandslógini. Miðflokkurin sleppur ikki við mær á løgtingið at forða fyri; at broytingarnar í hjúnarbandslógini verða framdar.
Høgrastýrið hevur innført eina pensjónsnýskipan, sum hevur gjørt, at arbeiðsmaðurin, sjúkrarøktarfrøðingurin, heimahjálpin og nógv onnur missa 1000 kr um mánaðin av síni pensjón í pensjónstilveruni.
Eg fari at stríðast fyri, at ein pensjónsskipan ger upp við ránið, sum var framt mótvegis vanliga arbeiðandi fólkinum. Vit mugu rudda upp og gera eina persónsskipan, sum tryggjar øllum eina pensjón, sum til ber at liva av.
Høgrastýrið hevur onki gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum 1.304 børnunum, sum liva í fátækraváða, og hevur til tíðir avnoktað teirra tilveru í samfelagnum.
Eg fari at stríðast fyri, at vit lyfta øll úr fátækraváða, og innan árslok skulu skipanir vera, sum lyfta øll børn úr fátækraváða.
Høgrastýrið hevur gjørt, at vit í dag hava lægstu játtan til heilsuverkið fyri hvønn íbúgva í øllum Norðurlondum. Hetta sæst aftur í manglandi starvsfólkum, longum bíðutíðum til viðgerðir, ikki nøktandi umstøðum hjá sjúklingum og starvsfólki, og politiskari líkasælu við økinum.
Eg fari at stríðast fyri, at heilsuverkið fær ta raðfesting, sum eitt nýmótans norðurlendskt heilsuverk skal hava, har vit bæði innan likamliga- og sálarheilsu hava nøktandi tilboð at koma seg, og har starvsfólk trívast og mennast.
Høgrastýrið hevur gjørt, at ríkidømi Føroya fólks endar á færri og færri hondum, og í stóran mun hjá útlendskum strámonnum. Tey hava ikki ført vinnupolitikk, men vinarpolitikk.
Eg vil stríðast fyri, at fíggjarligi framburðurin í landinum kemur øllum um alt landið til góðar. Ríkidømi skal røkka út í hvørt hús í landinum, og ikki bert hjá teimum, sum kenna ella eru væl við ávísar politikkarar.
Høgrastýrið hevur gjørt allar kvinnur í barsil fátækari við at taka pensjónsgjald av útgjaldinum ístaðin fyri at leggja tað oman á gjaldið.
Eg vil stríðast fyri, at pensjónsgjald verður lagt oman á barsilsútgjaldið, at barsilsfarloyvi verður longt til eitt ár, og at eitt minsta mark fyri útgjald verður ásett, so ongi børn verða fødd inn í fátækradømi.
Høgrastýrið leggur ikki í, hvussu fólkið hevur tað, og um vælferðartænastur verða niðurlagaðar. Tey fjálga um seg og sín útvalda skara.
Sloyfa høgrastýrið og vel einar samhaldsfastar, rættvísar og rúmligar Føroyar.
Sloyfa høgrastýrið og vel Sonju á løgting










