Slovensku uppmenninir eru komnir

Ein av størstu spenningunum í morgun hevur verið, um tað nú fór at eydnast dómarakvartettini úr Slovenia at lenda í Føroyum. Ferðaætlanin segði, at teir fýra slovenararnir skuldu koma til Føroya í gjár, men orsaka av vánaliga veðrinum bar tað teimum ikki til at koma henda vegin.

So varð ætlanin, at flogfarið skuldi lenda klokkan 12.32 í dag, og klokkan 12.37 lendi flogfarið.

Teir fýra slovenararnir, sum skulu vera uppmenn millum Føroyar og Eysturríki eru nú á veg til Havnar. Teir eru Darko Ceferin, Andrej Kokolj, Milan Kogej og Matej Jug.

Veðurmenninir hava sagt, at vindurin fer at minka nú seinnapartin, og at tað verður turrari.