Slovenski venjarin: - Føroyar hava gjørt stór framstig seinnu árini

Landsliðsvenjarin hjá Slovenia, Uroš Zorman heldur ikki, at talan verður um nakran lættan dyst í EM-endaspælinum

Uroš Zorman er landsliðsvenjari hjá Slovenia

Á tíðindafundi við slovensk tíðindafólk segði slovenski landsliðsvenjarin, Uroš Zorman aftaná tað var greitt, at Slovenia endaði í bólki D saman við Føroyum, Noregi og Pólandi í EM-endaspælinum í manshondbólti.

 

- Til eitt EM-endaspæl eru eingi løtt mótstøðulið, og okkara bólkur fer heldur ikki at vera ein lættur bólkur. Norðmenn eru favorittar at vinna bólkin, og teir eru altíð í stríðnum um heiðursmerkini. Vit møttu Póland fyri stuttum í HM-endaspælinum, men fyri slovenska almenningin er liðið úr Føroyum meira ókent. Føroyar hava gjørt stór framstig tey seinnu árini, og føroyingarnir hava ein skandinaviskan spælistíl. Eg haldi bólkurin er sera avbjóðandi, men hann passar til okkum. Vit fara at hava fokus á egin avrik og fara at royna at bøta um okkara støði. Vit fara ikki at gera nakrar útrokningar upp á forhond. Vit fara fara at taka ein dyst í senn við tí fyri eyga at vinna hvønn dyst, segði Uroš Zorman aftaná lutakastið var greitt. 

 

11. januar: FØROYAR - Slovenia

 

13. januar: FØROYAR - Noreg

 

15. januar: FØROYAR - Póland

 

 

 

 

 

Uroš Zorman er landsliðsvenjari hjá Slovenia