Slovenar skulu halda skil á

Uttanveltaðu menninir, sum fara at renna í stuttum buksum á Svangaskarði í dag, eru úr Slovenia. Fyrsta bríkslið í EM undankappingaruppgerðini millum Føroyar og Ukreina verður klokkan 15. Dómarin og hjálpardómararnir báðir og fjórði dómarin eru allir úr Slovenia. Teir eita Damir Skomina, Primoz Arhar, Marko Stancin og Peter Sart.

UEFA dómara eygleiðarin er úr Danmark. Hann eitur Kaj Østergaard og er fyrrverandi altjóða dómari. Tað var hesin Kaj Østergaard, sum í fyrradagin metti, at grasvøllurin á Svangaskarði er nóg góður at spæla landsdyst á. Grundgevingin var, at tað ikki var vandi hjá spælarunum at spæla á vøllinum.

Í morgun er veðrið gott á Toftum. Tað er stilli og turt.