HM-undankapping í Luksemborg:
Føroyar - Slovakia klokkan 14.00 (FM1 sigur fŕa dystinum)
Slovakia hevur tað vanliga trupult úti (Brot úr grein í Ítrottarsosialinum mánadagin 6. januar)
Serfrøðin sær Slovakia sum liðið, ið kann hótta Litava í Luksemborg. Slovakia hevur tó ikki tey somu úrslitini at vísa á sum Litava seinastu árini. Slovakia endaði aftast av øllum í undankappingini til EM seinast, men var kortini sera nær við at basa teimum heilt stóru á heimavølli. Bæði Ungarn og Russland høvdu trupulleikar av einari sterkari slovakskari verju, men í báðum førum mátti Slovakia lúta við einum máli.
Á útivølli er Slovakia vanliga væl veikari, og hetta sæst eisini aftur í ræðuliga úrslitinum, sum tað var at tapa 28-27 ímóti Luksemborg fyri tveimum árum síðani.
Slovakia hevndi seg í gjár við at vinna greiðan 22-16 sigur sigur á Luksemborg í einum dysti, sum enn einaferð bar boð um sterku slovaksku verjudygdirnar.
Hóast Slovakia avgjørt ætlar sær at bjóða Litava av, í stríðnum um víðari luttøku í hesi undankappingini, snýr tað seg fyrst og fremst um menning fram ímóti EM í 2022. Tá er Slovakia vertur fyri EM-endaspælinum saman við Ungarn og ætlar sær at raka toppstøðið.
Í dystinum ímóti Luksemborg í gjár, var 20 ára gamli vinstri bakkurin, Martin Potisk ein av stóru leikarunum. Hann skoraði fimm mál í 22-16 sigrinum.
Støðan í EM-undankappingarbólki eitt:
| Bólkur 1 | Dystir | Málmunur | Stig |
| Litava | 1 | 11 | 2 |
| Slovakia | 1 | 6 | 2 |
| Luksemborg | 1 | -6 | 0 |
| Føroyar | 1 | -11 | 0 |
.











