Sloppin av sjúkrahúsinum

Tann 27 ára gamla íslendska kvinnan, sum datt í Peblinge-vatnið í Keypmannahavn tíðliga leygarmorgunin, slapp í dag av Ríkissjúkrahúsinum, har hon hevur verið síðani hendingina.

Kvinnan lá umleið ein hálvan tíma í vatninum, áðrenn kavarar hjá sløkkiliðnum funnu hava og fingu hana upp á turt. Løgreglan sigur, at kvinnan var rættiliga køld eftir at hava ligið so leingi í tí kalda vatninum, og hon mátti liggja við andingartóli á sjúkrahúsinum.

Maður kvinnuna, sum eisini er íslendingur, leyp útí eftir henni. Hann mátti eisini fáa hjálp til at koma uppaftur, men hann var ikki so leingi í vatninum sum konan.