Sløkkja gøtuljós undir sólarmyrking

Tórshavnar kommuna fer ikki at órógva tey, sum vilja njóta sólarmyrkingina 20. mars við, at gøtuljósini tendra og »køva« myrkrið.

Tórshavnar kommuna fer ikki at órógva tey, sum vilja njóta sólarmyrkingina 20. mars við, at gøtuljósini tendra og »køva« myrkrið.

 

– Vit hava havt eitt ávíst samskifti við Kunningarstovuna viðvíkjandi sólarmyrkingini, og gøtuljósini verða sløkt undir sólarmyrkingini, sigur Viggo Christiansen, leiðari á gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

 

– Helst verða gøtuljósini sløkt kvøldið fyri – fyri at tryggja okkum, at einki kiksar, sigur Viggo Christiansen.

 

Tað verður klokkan 9:40:12 fríggjadagin 20. mars at ein full sólarmyrking rakar Mykineshólm og fer síðan um allar oyggjarnar. Um leið hálvan annan minutt seinni kemur myrkrið til eystasta punktið á Fugloynni og fer so víðari norðureftir. Í Føroyum verður longst myrkt í Mykineshólmi, har tað verður myrkt í 2 minuttir og 24 sekund.

 

Ein sólarmyrking er, tá ið mánin stendur millum sólina og jørðina, soleiðis at jørðin kemur í skuggan av mánanum. Tá ið sólarmyrkingin er full, verður myrkt eina løtu, og so verður ljóst aftur.

 

Fullar sólarmyrkingar eru ógvuliga sjáldsamar, og seinasta fulla sólarmyrkingin í Føroyum var 30. juni í 1954.