Sløkkiliðsfólk á flogvøllinum nýggja sáttmála

Fullfíggjaður sáttmáli varð undirskrivaður týsdagin 12. desembur 2023 fyri sløkkiliðsfólk hjá Vága Floghavn

 

Kristoffur Laksá úr Vinnuhúsinum og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, tá skrivað varð undir sáttmálan.

Á sumri 2022 gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið avtalu um at yvirtaka sáttmálaviðurskiftini hjá sløkkiliðsfólkum hjá Vága Floghavn. Sløkkiliðsfólk vóru frammanundan skipað undir avtalu millum Vága Floghavn og danska fakfelagið HK.

Hetta seinasta árið hava Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið arbeitt við at skriva ein fullfíggjaðan kollektivan sáttmála. Týsdagin 12. desembur 2023 varð komið á mál við hesum arbeiði, tá partarnir skrivaðu undir nýggjan sáttmála.

Sáttmálin kann sigast upp av báðum pørtum við freist upp á tríggjar mánaðir, tó í fyrsta lagi 1. januar 2025

 

Kristoffur Laksá úr Vinnuhúsinum og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, tá skrivað varð undir sáttmálan.