Fyri løtu síðani var stórur útrykningur í Havn. Brandalarmskipanin á Glasi var farin í gongd, so sløkkiliðið og politiið vóru skjót á staðið.
Men tá tey vóru komin á staðið, var hvørki eldur ella roykur at síggja. Tað vísti seg, at talan var um eitt tekniskt brek, fortelur vakthavandi hjá politinum.
Handverkarar hava verið har og borað, og so var støv komið í alarmskipanina. Tað toldi skipanin eftir øllum at døma ikki, so hon gav boð frá sær, at okkurt var galið. Tí bleiv alt sent avstað niðan á Glasir, politi og sløkkilið.
– Tá sovorðnir alarmar fara, so verður alt sent avstað, sigur vakthavandi.