Í Noreg er talið av fólkum, sum eru flutt burtur, hækkað aftur í dag.
Har eru tilsamans 3.885 fólk flutt burtur úr heimi sínum vegna vatnflóð og skriðulop av ódnini »Hans«.
Tað skrivar NRK sambært norsku tíðindastovuni NTB.
Harav eru umleið 1.000 fólk úr Ål, meðan 1714 eru flutt burtur úr býnum Hønefoss.
Tað verður tó gjørt vart við, at tað er ein ávís óvissa í sambandi við tølini, tá nøkur eru flutt heimaftur, meðan onnur eru flutt burtur.
Sambært NTB var talið í gjár 3.000 fólk, sum vóru flutt burtur.
Talan er í einum føri um fleiri fólk í íbúðarøkinum Vesterntangen í Ringerike, har Hønefoss eisini er, sum eru flutt burtur.
Millum annað Reyði Krossur hjálpir við at flyta hesi fólk burtur, skrivar NRK.
Í somu kommunu máttu tey í dag steingja Kvernbergsundbrúnna, sum er høvuðssambandið um Storelva-ánna. Tað upplýsti borgarstjórin, Kirsten Ørebråten fyri Dagbladet.
Tað hendi sambært borgarstjóranum, tí har var ein riva.
Stutt eftir varð hon tó latin uppaftur fyri ferðslu, tá talan var um ein gamlan skaða, skrivar Dagbladet.
Vegmyndugleikin og tilbúgvingin hava í einum bjargingarátaki brúkt fleiri tyrlur.
Tilbúgvingin hevur 12 tyrlur, og harumframt eru tyrlurnar hjá løgregluni og verjuni eisini nýttar.
Tryggingarfeløg í Noreg hava í sambandi við ódnarveðrið boðað frá fleiri túsund skaðum.
/ritzau/